v i t

Vit eita Heidi Mortensen og Elsa Hansen og saman hava vit virkið ATLANTA

Elsa hevur útbúgving í visuellari marknaðarføring, sum er ein víðari útbúgving frá tí vit vanliga rópa dekoratør. Við fleiri ára royndum innan øki hevur hon verið við at seta upp alt frá handilshølum og vørum, til brúdleyp, konsertir og barnaføðingardagar. Elsa kann ráðgeva tær, sum ynskir at fáa eitthvørt at standa fram í einum nýggjum ljósið.

Heidi er innandura arkitektur og sniðgevi og hevur lisið og arbeitt í suður Spania í fleiri ár. Heidi bjóðar ráðgeving heima hjá tær, sum ynskir eina broyting heima. Eisini teknar hon hús, baði innan og uttan, og ger húsatekningar klárar til at søkja um byggiloyvi, ella umbygging.

Saman kunnu vit bjóða eina heildarloysn, sum fevnir frá fyrstu hugskotum til endaliga úrslitið.