INNADURA SNIÐGÁVA

Vilt tú síggja títt heim í nýggjum ljósi, fáa eitt lítið lyft til innrættan, ella ummøblerað tað tú longu eigur? Vit hjálpa og ráðgeva tær við støði í tínum hugskotum og stíli, soleiðis at úrslitið verður heilt serligt fyri teg.

Skalt tú selja og ynskir at myndir av heiminum hjá tær skulu skarða framúr? Vit koma inn og staga títt heim klárt til myndatøku.

Ætlar tú at innrætta eina íbúð, kjallara, ella eini heil hús til stutt tíðar útleigan, so er týdningarmikið at har er alt, sum tínir gestir hava brúk fyri. Vit innrætta og hjálpa við innkeypi av møblum, køkstingum, handklæðum, seingjarklæðum og alt tað sum skal til fyri at hava eitt væleydna leigumál.

Skalt tú byggja um, byggja til ella byggja nýtt? Vit gera húsatekningar, sum eru klárar at senda inn til byggiloyvi.

Skriva til okkara fyri at fáa eitt óbindandi tilboð!